Ítróttur

Allan til Íslands

...

2018-05-03 20:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Allan Norðberg verður ikki at síggja í hvítu og reyðu STÍF blusuni næsta kappingarár. 24 ára gamli strandingurin hevur nevnliga gjørt ein tveyára sáttmála við íslendska felagið í Akureyri, KA.

??? Eg havi altíð viljað roynt meg uttanlands, og um tað skuldi verða, so var tað nú. Hetta var ein góður møguleiki, sum eg ikki kundi siga nei til, sigur Allan Norðberg.

KA, har Áki Egilsnes eisini spælir, er júst flutt upp í bestu deildina.

??? Eg gleði meg nógv til nýggju avbjóðingina. Sum eg skilji eru umstøðurnar ógvuliga góðar í KA og eg vóni, at eg fari at menna meg nógv sum hondbóltsspælara. Eg fari í øllum førum at gera mítt ítasta, sigur vinstrahandaði vongurin.

Allan Norðberg varð á ársins gallaveitslu valdur sum besti høgrivongur í Føroyum farna kappingarár og hann er júst úttikin til bruttohópin hjá A-landsliðnum, sum skal royna seg í EM-undankapping í heyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder