Ítróttur

Allan Nielsen vann gávikortið frá Jógvan Weihe

...

2019-03-27 15:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár var lutakast millum allar teir, ið skrásettu harutúrarnar fyri 2018. Hepni vinnarin gjørdist Allan Nielsen í Sandavági. Allan hevur skrásett tilsamans 15 túrar, sum hann hevur skotið í fýra høgum í Sandavági: Slættaneshaga, Oyrargjáarhaga, Rákarhaga og Gimbragongu. Á hesum 15 túrunum skutu teir tilsamans 89 harur.

EGGJA F??LKI AT SKRÁSETA
Fyri at eggja fólki at skráseta harutúrarnar á heimasíðuni ???Haran.fo???, vóru øll tey, ið skrásettu túrarnar við í einum lutakasti av einum gávukortið uppá 1.000 kr, sum handilin "Jógvan Weihe" hevði latið. Ein lutaseðil varð latin fyri hvørja skráseting.

Tilsamans vórðu 712 einstakir harutúrar skrásettir. Tríggir hagar eru skrásettir saman við grannahøgunum. Fyri átta hagar vóru bara upplýsingar fyri samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í haganum. Fyri 34 hagar er upplýst, at har hava teir IKKI skotið í 2018. Samlaða talið av skrásetingum kemur sostatt upp á 757 fyri árið 2018. Tilsamans 227 fólk skrásettu túrarnar. Tann, ið skrásetti flestur túrar, var Wentzel Mouritzen úr Sørvági. Hann skrásetti 23 túrar. Hálvfems fólk skrásettu ein einkultan túr.

Tað skrivar Eyðfinn Magnussen á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder