Ítróttur

Albert er settur sum høvuðsungdómsvenjari hjá 07 Vestur

...

2018-11-04 19:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldið var ársveitslan hjá 07 Vestur. Í ár var veitslan fyri fyrstuferð hildil í felagshúsinum hjá 07 Vestur. Um 130 fólk vóru til borðhaldið og eftir borðhaldið var almennur dansur.

Á veitsluni í gjárskvøldið kom fram, at Albert Ellefsen er settur í starv sum høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum tvey tey komandi árini. Albert skal samskipað ungdómsarbeiði í 07 Vestur, og hevur hann fingið Jens Erik Rasmussen og Ken Fagerberg at hjálpa sær við tí uppgávuni. 07 Vestur ynskir Alberti vælkomnan í felagið og ynskir honum alt tað besta í starvinum sigur Jim Sonni Guttesen formaður í 07 Vestur.

Kvinnurnar hjá 07 Vestur spældu í ár í 2. deild og vunnu tær deildina. Steyp og medaljur vóru handaðar teimum á veitsluni í gjár. Silva og Joan Hovgaard hava vant kvinnurnar.

Margit Magnusdóttir fekk heiður sum ársins leikari og toppskjútti hjá kvinnum. Ársins stjørnuskot hjá kvinnum var Sissal Haraldsen.

Ársins leikari hjá monnum gjørdist Ken Fagerberg. Silas Eyðsteinson var valdur til ársins stjørnuskot.

Tóppskjútti í 2. deild gjørdist Karl Weihe við 7 málum.

Toppskjútti í 3. deild gjørdist Teitur Andersson við 11 málum.

Sum sagt omanfyri so var hetta fyrstuferð veitslan var hildin í felagshúsinum á Dungasandi. Tey sum skipaðu fyri vóru væl nøgd við hølini og fasilitetirnar í húsinum. Nevndin vil hervið takka teimun sum skipaðu fyri veitsluni. Samstundis takkar nevndin kommunun, fyritøkum, einstaklingum og ikki minst øllum teimum sum hava stuðla rundan um 07 Vestur í 2018. Uttan tykkara stuðul, so var arbeiði ómøguligt.

Myndir: Henny Nolsøe

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder