Ítróttur

A-landsliðið úttikið

...

2018-10-11 15:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú er greitt, hvussu manslandsliðið verður mannað til dystirnar móti Montenegro og Danmark síðst í mánaðinum.

Hópurin varð kunngjørdur á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá BankNordik fyri løtu síðan.Tað verða ikki somu menn, sum skulu umboða Føroyar til báðar dystirnar.

Til dystin móti Montenegro verður Hans Eli Sigurbjørnsson ikki við, meðan hann verður við til dystin móti Danmark. Allan Norðberg er í somu støðu, har hann bara verður við til annan dystin, sum er móti Montenegro og ikki móti Danmark.

Sambært landsliðsvenjaranum, Sonni Larsen, er hetta tí, at mótstøðuliðini ikki hava somu verjuskipanir.

??? Montenegro verjur vanliga 3-2-1, og tá er tørvur á einum kvikum vongspælara, sum vit hava í Allani. Danmark verjur harafturímóti vanliga 6-0, og tá verður tørvur á einum bakspælara sum Hans Eli, ið er sterkur í fótskiftinum og kann geva donsku verjuni avbjóðingar, sigur landsliðsvenjarin.

??tidysturin móti Montenegro verður spældur í montenegriska høvuðsstaðnum Podgorisa, meðan heimadysturin móti Danmark verður spældur í Skjern.


LEIKARAR TIL DYSTIN M??TI MONTENEGRO 24. OKTOBER

Málverjar
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin

Strikuleikarar
Helgi Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

Vongleikarar
Rói Berg Hansen, FIF
Allan Norðberg, KA
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Sjúrður Olsen, VÍF

Bakleikarar
Peter Krogh, H71
Brandur Halgirsson, H71
Rúni Vest Højgaard, H71
Áki Egilsnes, KA
Kjartan Johansen, Viking Stavanger

Spælskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, H??J
Tróndur Kragesteen, Neistin

 

LEIKARAR TIL DYSTIN M??TI DANMARK 27. OKTOBER

Málverjar
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin

Strikuleikarar
Helgi Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

Vongleikarar
Rói Berg Hansen, FIF
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Sjúrður Olsen, VÍF

Bakleikarar
Peter Krogh, H71
Brandur Halgirsson, H71
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rúni Vest Højgaard, H71
Áki Egilsnes, KA
Kjartan Johansen, Viking Stavanger

Spælskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, H??J
Tróndur Kragesteen, Neistin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder