Ítróttur

A-landsliðið hjá kvinnum úttikið

...

2018-03-03 15:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF: Dia Midjord, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur í dag úttikið 16 spælarar, sum skulu umboða Føroyar í tveimum HM-undankappingardystum síðst í mánaðinum móti Makedonia.

Talan er um tveir HM-undankappingardystir. 21. mars spæla Føroyar og Makedonia í høllini á Hálsi og 25. mars hittast londini í makedonska høvuðsstaðnum, Skojpe.

Føroyar eru í bólki við Makedonia, Svøríki og Serbia. Í heyst spældu Føroyar tveir teir fyrstu HM-undankappingardystirnar, tá móti Svøríki á heimavølli og Serbia á útivølli. Næsti dystur móti hesum londum verður í mai.

Tær, sum eru úttiknar til landsdystirnar móti Makedonia eru:

Vivian Petersen, Selfoss
Fríða Petersen, VÍF
Margit W. Frímundsdóttir, Neistin
Pernille Brandenburg, Vestsyssel
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Ninna K. Johansen, DK
Eir M. Berg, Neistin
Tóra Eliassen, Stjørnan
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Liljan Djurhuus, VÍF
Durita J. Christophersen, VÍF
Marianna H. Jacobsen, VÍF
Agnas Olsen, VÍF
Kristianna H. Joensen, Ikast
Marianna G. Eystberg, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder