2018-12-02 13:01

Frystitrolarin Akraberg er farin at sigla heim úr Barentshavinum, Akraberg hevur fulla last t.v.s. 900 tons.
Teir hava hendan túrin fiskað í russiskum sjógvi.
Akraberg fór avstað 20. oktober, tað eru 24 mans við, skipari er Erland Olsen.
Akraberg verður væntandi á Fuglafirði hósdagin, Annfinn Olsen reiðari sigur, at Akraberg skal landa í Fuglafirði, og tá ið liðugt er at landa og útgerð er tikin til nýggjan túr, tá verður farið aftur í Barentshavið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald