Vinna

Akraberg siglir heim úr Irmingahavinum

...

2014-06-07 17:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frystitrolarin Akraberg, sum hevur verið á kongafiskaveiðu í Irmingahavinum, siglir heim við 230 tonsum av skráskornum kongafiski. Akraberg fór úr Føroyum 12 mai. Akraberg hevur verið á Reykjavík, áðrenn leiðin varð løgd móti Føroyum. Í skrivandi stund eru teir komnir vestur um Vestmannaoyggjarnar, teir verða væntandi á Fuglafirði hvítusunnudag.

Tá ið Akraberg fer nýggjan túr, tá verður helst farið á makrelveiðu.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder