Vinna

Akraberg er farin at sigla heim

...

2015-06-01 13:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Akraberg er farin at sigla heim úr Barentshavinum, við góðum 600 tonsum av heysaðum fiski.

JN.fo hevur tosað við reiðaran - Anfinn Olsen -  í morgun - Anfinn sigur, at Akraberg hevur havt avbera góðan fiskiskap, teir fóru úr Føroyum 11. mai, men Akraberg hevur ikki fulla last, skipið lastar uml. 750 tons, teir fingu trupulleikar við høvuðsmotorinum og avgjørdu tí at koma heim, heldur enn at fara inn í Norra at fáa brekið umvalt har.

Væntandi verður Akraberg í Føroyum seinnapartin í vikuni, teir eru í morgun staddir eystur úr Nordkapp - sí myndina frá www.marineraaficc.com - niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder