Í brævi Paulusar til samkomuna í Róm kapittul 3, 9 ??? 20, finna vit samandráttin í ákærumálinum hjá Gudi ímóti mannaættini.Talan er um eina stutta samanumtøku, harí øll mannaættin er kravd til svars og funnin at verða deyðasek. Tískil er tað hjartans ynski mítt og bøn mín til Gud fyri tær, at tú skal verða vaktur, frelstur og liva Gudi verdiga.
Tann fyrsta ákæran snýr seg um tey syndafullu áhugamálini hjá hesum avtoftaða heimi, at tæna syndini við. (Róm. 3, 9 ??? 12).
??rindi 9 avdúkar áskoðan Guds um at tæna syndini. Staðfest verður, at øll menniskju eru syndarar frammanfyri ásjón Hansara. ??ll hava syndað. Og øll hava tørv á Jesusi Kristi fyri at verða bjargað.
Tann religiøsa niðurstøðan í ákærumálinum stendur í Róm. 3, 10 ??? 12. Talan er um eina sera rámandi og greiða uppteljing av útistandandi ákærum, sum Andi Guds siterar frá gamla testamenti.
Róm. 3, 10 sigur: ???Eingin rættvísur er, ikki ein...??? Hetta inniber, at mannaættin ikki er før fyri at gera tað, sum rætt er frammanfyri ásjón Guds.
Nógv fólk halda, at teirra atburður er rættur. Og tað er hann kanska sambært menniskjaligum standardi. Men Gud roynir ikki menniskja samsvarandi manngjørdum standardum. Nei, frammanfyri Gudi verður hvørt einstakt menniskja roynt sambært fullkomna standardi Hansara. Hetta merkir, at Gud samanlíknar teg við fullkomna lív Jesusar, sum ikki visti um synd.
Um ein illa fallin og syndigur maður, sum t.d. Ragnar Ludvig verður samanborin við Jesus, tá síggja tit beinanvegin, at einans synd, deyði og undirgangur býr í menniskjum. Tí hava vit tørv á einum náðiríkum frelsara, ið megnar, at frelsa okkum til fulnar. Tað er ei undur í, at Gud sigur: ???Eingin rættvísur er, ikki ein.???
Í Róm. 3, 11 byrjar Gud við hesi útsøgn: ???skilafólk eru ikki til...??? Hetta sigur okkum somikið, at hin illa falna mannaættin er órímilig og uttan samband við Gud.
Menniskjan tekur ikki við tí, sum hoyrir Anda Guds til. Orsøkin er tann, at tað er henni dárskapur (býttisskapur), og hon er ikki før fyri at kenna tað, av tí at tað verður dømt á andligan hátt. Í sær sjálvum er menniskjan ikki før fyri, at taka ímóti tí guddómliga sannleikanum, uttan Heilaga Andans hjálp. (1. Kor. 2, 14). Hetta frískar minni um meg sjálvan, sum áður var fremmandur og fíggindi í huga mínum, soleiðis sum eg livdi í illum gerningum, áðrenn eg bleiv frelstur og lærisveinur Harrans. (1. Kol. 1, 21).
Vísindaliga og hátøkniliga samtíð okkara hevur prógvað, at menniskjan hevur eitt gudgivið intellekt. Hinvegin, so er hitt gudleysa intellektið fullkomiliga yvirskýggjað, tí tað manglar andaligheit og vísdóm Guds. Viðfødda syndin hevur gjørt ov nógvan skaða á anda, sál og likam okkara. Tað sæst týðiliga aftur í vantandi hugsunarhátti, smittaða sinnalagi og vantandi evnum okkara. Sostatt er heimurin illa villleiddur av bæði skeivum og følskum niðurstøðum. Tí heimurin skilir ikki hvussu andstyggilig synd er fyri Gudi og hvussu ómetaliga heilagur Gud er.
Róm. 3, 11 heldur á fram við ákærunum: ???eingin er, sum søkir Gud...??? Hetta er eitt týðiligt tekin um, at mannaættin avvísir tilveru Guds. Um Gud var fráverandi, so hevði mannaættin ikki kunna søkt Gud í heila tikið. Men tað er Heilaga Andans verk at takka, at menniskju søkja Gud, tí Andi Hansara sannførir heimin um synd, rættvísi og dóm.
Hinvegin, so er heimurin ikki avvísandi fyri teimum illu andunum. Tí tað sum heidningarnir ofra, tað ofra teir illum andum og ikki Gudi, lærir 1. Kor. 10, 20. Og soleiðis hevur gudurin (Djevulin) yvir hesum heimi blindað tey, fyri at ljósið frá gleðiboðskapinum um dýrd Krists, Hann sum er mynd Guds, ikki skal skína. (2. Kor. 4, 4). Men Jesus er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað. (Luk 19, 10). Trýrt tú hesum?
Í Róm. 3, 12 staðfestir Gud fylgjandi misbrot hjá mannaættini: ???øll eru farin av leið; øll somul eru spilt; eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein...???
Hendan heilaga og sannorðaða lýsingin av syndigu verð okkara slítur upp við rót ??? eina og hvørja hugsan um viðfødda góðheit. Og hon kvettir av ein og hvønn vilja til, at arbeiða upp góðheit í okkum sjálvum. Myndarliga tala: ???Tað er ómøguligt at framleiða eina nútímans iPhone í eini verksmiðju, sum er avoldað og hevur verið avtoftað síðan syndafallið. Tað avrikið er dømt uppá forhond at miseydnast, uttan so, at verksmiðjan verður fødd av nýggjum av Heilaga Anda Guds.???
??rindi 12 prógvar, at Gud metir okkum útfrá falnu støðu og syndiga standi okkara. Hetta inniber, at uttan endurføðing eru bæði lív og gerningar okkara virðisleys í eygum Guds. Tí, ikki fyrr enn tú av ómetaligu náði Kristusar við trúgv verður krossfestur, jarðaður og uppaftur risin við Honum er Gud nøgdur við teg. Tá lýkur tú treytir Guds fyri at verða frelstur og fer frá absolutt ongum til at fáa ALT við Kristusi.
Minst til, ákæra Guds ímóti mannaættini viðvíkur órættvísi og órímiligheit okkara. Heimurin skal standa til svars fyri, at látast ikki síggja, hoyra og vita av sannleiksorði Hansara til okkara.
Tann næsta ákæran snýr seg um tað kriminellu syndatænastuna hjá avtoftaðu ætt Ádams t.e. allur heimurin. (Róm. 3, 13 ??? 14).
??rindi 13 leggur út við hesum orðum: ???opin grøv er barki teirra...??? Barki merkirandaleið úr hálsi niður í lungu. Tað inniber, at tala teirra er somikið vánalig og ótespilig, at hon verður samanlíkna við hina myrku, óhugnaligu og stinkandi grøv. Tað vil siga, at hesin stinkandi rotinskapurin kemur úr tí innara í menniskjuni. Tað hoyrist, at hin guddómliga útsøgnin um rotinskapin í heimsins innantóma tosi ??? bæði er ákærandi og dømandi. Tað er Gud sjálvur, sum talar hitt skrivaða orðið. Tí er tað ein av uppgávunum hjá teim frelstu, at kunngera rættvísu dómar Guds fyri øllum menniskjum, tí teir eru ein týdningarmikil partur av evangelium Guds til fortapt menniskju.
Hoyr hvat ørindini 13 og 14 upplýsa okkum um: ???við tungum sínum gjørdu tey svik; ormaeitur er undir vørrum teirra; muður teirra er fullur av banni og beiskleika...???
Tað er ræðandi hvussu ring støðan er í heiminum. Vit eru eins og slangur við eitrandi tøkutonnum, ið koma fram í óndskapi okkara. Vit bíta og spræna drepandi eitur í sári hjá fíggindum okkara. Eins og slangan, ið er full av flótandi gift undir vørrum hennara. Soleiðis eru vit fødd við moralskum eituri. Einasti munurin á okkum og dreparaslanguni er, at hitt drepandi og skaðiliga evni liggur í orðum okkara. Vit spræna eitur frá okkara tankum ígjøgnum orð, talu og óndu verk okkara.
Hugsa tær hvussu nógvar bøkur kundu verið skrivaðar um alt tað, sum til allar tíðir hevur verið hugsað, sagt og talað. Tað hevði verið ein torturur at lisið umaftur.
Jesus ávarar um tað sama í Matt. 12, 36. Skriva stendur: ???Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað.??? Góðu tit, lat okkum leita til náði Jesusar og venda við til Hansara beinanvegin ??? meðan tíð og náði er til tað, og á tann einastandandi hátt møta Honum sum frelsara og ikki dómara.
Í Róm. 3, 15 sigur Gud hetta um heimsins borgarar: ???føtur teirra eru kvikir at úthella blóð...??? Tað eru ikki einans okkara eiturorð, ið ákæra Guds fevnir um, men eisini blóðigu gerningar okkara. Ja, sjálvt dráp í tonkunum er lyndiseyðkenni okkara. Tað er synd og arvar ikki ríki Guds.
Hetta er ein partur av synd míni, ið beinanvegin skilti meg frá Gudi í syndafallinum. Legg til merkis hetta, at tann fyrsta skrásetta syndin uttanfyri Eden var morð, ið eisini skilti mannaættina frá hvørjum øðrum. Tíverri!
Og síðani tá hevur tað gingið ordiliga gali og niður á bakka hjá okkum. Brotsgerðin ???frí fosturtøka??? er besta dømi um størsta fólkamorð nakrantíð og inniber kanska størstu mongdirnar av útheltum blóði í nýggjari tíð. Tað er so mangt annað kriminelt, sum menniskjan finnur uppá at gera, sum t.d. aktiv deyðshjálp av bæði gomlum og ungum, pinkubarnadráp uttanfyri móðurlív og nógv kríggj upp ígjøgnum tíðirnar.
Tað er vert at vita, at mannahjarta er arvingi til allan hugsandi kriminalitet. Í Matt. 5, 21 ??? 22 og 27 ??? 28 avdúkar Jesus bæði hor og girnd, morð og illir tankar í menniskjuni. Tískil var einasti útvegur fyri meg persónliga, at eg mátti doyggja við Kristusi og føðast av nýggjum av Anda Guds fyri at verða frelstur frá skjótt komandi vreiðidómi Hansara yvir allan heimin.
Men Róm. 3, 16 ??? 17 heldur áfram at kunngera tað, sum í mær býr: ???oyðing og ósæla er á vegum teirra, veg friðarins kenna tey ikki...??? Tað er so mangt, ið kundi verið sagt um oyðing og ófrið her á jørð. Lat meg byrja við hesum, at hundraðtals milliónir fólk eru deyð í kríggi upp ígjøgnum tíðirnar. Samlaði kostnaðurin er komin uppá tíggjutúsundtals milliardir krónur. Og materiellu mistu virðini, ið ikki kunnu fást aftur, verða hildin at verða ómetalig.
Hóast bæði sameindar og natiónalar skipanir eru stovnaðar fyri at fáa frið í lag, so finnur mannaættin ikki frið í sær sjálvum. Tað ber snøgt sagt ikki til í verandi illa falna standi, sigur Gud í Sínum heilaga orði til okkara. Men einans frá Jesusi Kristi ber til, at blíva rættvísgjørdur av trúgv og fáa frið við Gud. Tástani er gróðrarbotnurin lagdur, at sýna frið ímóti øllum menniskjum.
Tann síðsta kriminella ákæran ljóðar soleiðis: ???gudsótti er ikki fyri eygum teirra.??? (Róm. 3, 18). Hetta prógvar, at heimurin slett ikki vil kennast við gudsótta. Og hvør tann, sum ikki kennir til gudsótta kennir heldur ikki Gud. Sostatt verða misbrotini skúgvaði til viks í lívi teirra.
Harumframt prógvar hetta ørindi, at tey liva sum um, at Gud ikki er til. Eitt gott dømi um hetta var, tá Sameindu Tjóðirnar (ST) tilvitaðar við falskari virðing fyri Sovjetsamveldinum gingu ynski teirra á møti um, at halda Gud uttanfyri fundirnar. Hetta var ein vesalaváttan, ið ikki kann fara óátalað afturvið borðinum. Soleiðis rullaði ST hin reyða gólvleyparan út til gudloysingarnar, ið fingu fría atgongd til, at trampa á tey kristnu virðini. Verður ein antikristur (Sovjet) sáddur í veltuna, so heystar tú eina antikristiliga veltu t.e. ST í dag.
Andaligi standurin í dagsins EU er somikið ringur, at hann má bólkast, sum eitt stórt gudloysi. Og felagsnevnarin hjá øllum heiminum í dag er niðurstøðan í Róm. 3, 18: ???Gudsótti er ikki fyri eygum heimsins.???
Eftir at hava viðgjørt okkara lágt liggjandi frísinni at synda og kriminellu syndabrotini eru vit komin til tað triðja ákærupunktið, ið snýr seg um revsivirði hjá synd okkara. (Róm. 3, 19 ??? 20).
??rindi 19 sigur: ???- Nú vita vit, at alt, ið lógin sigur, talar hon til teirra, sum undir lógini eru, fyri at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Gudi.???
Lóg Guds, ið varð opinberað við profetunum í gamla testamenti avdúkar altíð ógudiliga atburð teirra gudleysu. Við lógini verða tey sannførd um sína egnu synd, ið stavar frá teirra egna uppreistri ímóti lóg Guds. Og við lógini varð Ísrael tilvitað brúkt, sum eitt gott fordømi til at sanna og staðfesta syndigu støðu okkara, at allur heimurin er smittaður við synd.
At tað gekk so gali hjá Ísrael, hvussu skal tað so gangast hjá okkum. Munnur okkara er fullkomiliga teptur. Vit mugu øll niður á knøini og biðja Jesus um fyrigeving fyri syndir okkara. Lat okkum verða líka eyðmjúk sum tollarin, ið stóð langt burtur og sum ikki vildi hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: ???Guð náði meg syndara!??? Góði, ger tað!
Men tann øvugta reaktiónin førir menniskju til undirgangs. Tí ørindi 19 endar við hesum, at heimurin er sekur fyri Gudi.
Róm 3, 20 endar sið hesum orðum: ???við tað at einki hold verður rættvísgjørt fyri honum av lógargerningum; tí at við lóg kemur kunnugleiki um synd.??? Eingin kann blíva frelstur av at halda lóg Guds. Tí lógin varð ikki sett í gildi fyri at rættvísgera menniskju. Nei, lógin kom fyri at kunngera syndina í okkum og framleiða vitanina um synd.
Í og við hesum verður endaliga staðfest, at góð verk og fyrimyndarligur atburður í mannaeygum ikki røkkur á mál sambært frelsustandardi Guds. Nei, við lógini verða fólk bæði sek og dømd.
Til seinast fari eg at endurgeva orð Jesusar í Jóh. 6, 37: ?????ll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur.??? Hetta ørindi er eitt sera týdningarmikið ørindi, tí tað staðfestir tveir týdningarmiklir sannleikar í Bíbliuni.
Tann fyrsti sannleikin sigur okkum, at Gud hevur givið Soninum nøkur menniskju. Hesi koma til Hansara og verða tey øll frelst. Tann seinni sannleikin í ørindinum snýr seg um ábyrgd okkara. Fyri at blíva frelstur mást tú koma til Harran Jesus og viðurkenna Hann fyri tað Hann er. Tað gert tú við at seta títt persónliga álit á Hann við trúgv. Tá verður tú føddur av nýggjum ??? ein nýggjur skapningur í Harra tínum, Jesusi Kristi. Tann seinni sannleikin varð galdandi fyri meg. Eg hevði hoyrt evangeliið. Eg søkti Harran Jesus og Hann koyrdi meg als ikki burtur frá sær.
Góði elskaði lesari! Les sjálvur víðari frá Róm. 3, 21 ??? 3 um eina fría frelsu. Tað ber til at blíva frelstur av at lesa evangeliið. Tí evangeliið er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr. Amen! (Róm. 1, 16).
Blíðar heilsur
Ragnar Ludvig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald