Politikkur

Akademikararnir vilja av við ófaklærdu bygdafólkini

...

2013-11-07 03:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hóast rembingarnar í javnaðarflokkinum ikki koma mær við, er áhugavert at síggja, hvussu akademikararnir í javnaðarflokkinum reinsa flokkin fyri ófaklærd bygdafólk.


Akademikararnir

Um vit hyggja at floksleiðslufundinum, ið var leygardagin 2. november, er eingin ivi, at akademikararnir sita við valdinum. Við greiðum meiriluta var løgtingsmaðurin Gerhard Lognberg grýttur úr javnaðarflokkinum. Tað var ikki pláss fyri einum konservativum og ófaklærdum bygdamanni, ið stríddist fyri bygdafólkunum. Hetta eru nýggir tónar í føroyskum politikki, tí vanliga verður sagt, at tað er høgt til loftið og vítt til veggja, men framferðarhátturin gevur ábending um, at javnaðarflokkurin rúmar ikki øllum.

Serliga, tá tað kemur til samkynd, tí javnaðarflokkurin ynskir eina greiða støðu. Veljarin skal vita, at javnaðarflokkurin tekur undir við at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu vígast, men tað vildi Gerhard Lognberg ikki. Henda ???ófaklærda??? og ???ótíðarhóskandi??? áskoðanin hóskaði ikki til nýggja samleikan, sum javnaðarflokkurin er við at uppbyggja.

Við omanfyri nevndu grundgevingum var Gerhard Lognberg eksluderaður. Til stóra gleði fyri akademikararnar.


Skal flokkurin reinsast, skal hann reinsast ruddiliga

Tað hevur leingi ligið í luftini, at javnaðarflokkurin arbeiddi við at avhøvda Gerhard Lognberg, men tað kemur óvart á nógv, at tey eru í holt við at blaka Kristin Michelsen úr flokkinum. Hann hevur ikki eins langa og eldfima søgu sum Gerhard Lognberg, men hvørgin av teimum tóku undir við misálitinum, ið andstøðan legði á Kaj Leo Holm Johannesen.

Kristin Michelsen boðaði somuleiðis frá, at hann tók ikki undir við at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum. Áheitanin rein ikki við, men ístaðin fyri at rúma ymiskum meiningum og fjølbroyttum áskoðanum er floksleiðslan farin í holt við at brýna øksina. Har rúmast hvørki fólkaræði ella fólkaræðisligar mannagongdir. Verður floksleiðslan søgd ímóti, missa tingfólkini høvdið. Soleiðis kunnu vit tulka útsøgnina hjá Eiriki Lindenskov, ið skrivaði í oddagreinini í Sosialinum mándagin 4. november: ???um tú (Kristin, undr.) heldur ikki kennir teg heima í hasum flokkinum, so er bara at fara??????


Javnaðarflokkurin rúmar bara akademikarum

Spurningurin er, hvat liggur í orðinum ???kennir teg heima.??? Hvat meinar Eirikur Lindenskov við? Hvør skal kenna seg heima? Arbeiðarin? Akademikarin? ??faklærdi bygdamaðurin ella vælútbúni havnamaðurin? Um vit hyggja at støðuni, er eingin ivi, hvør skal kenna seg heima. Akademikarin. Tey væl útbúnu. Tað eru tey, ið skulu kenna seg heima. Tað eru tey, ið floksleiðslan ynskir. Tað er teirra áskoðan, ið pláss er fyri. Ið rúmast. Restin. Hini. Tey ófaklærdu bygdafólkini, ið ikki hóska til akademiska samleikan, verða ekskluderað. Tað eru Kristin Michelsen og Gerhard Lognberg greið dømi um.


Hanus Samró


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder