2020-02-22 20:04

Tá ið VÍF og H71 spældu steypafinaluna í síðstu viku, mátti ein av lyklaleikarunum hjá VÍF av vøllinum tí hon fekk skaða, og samstundis reytt kort. Hetta hendi tá ið Eva Barba Arge hjá H71 fór í skjótálop, og royndi Agnas Olsen at renna aftur fyri at steðga henni.
Agnas Olsen beklaði rættuliga illa, og mátti beint á sjúkrahúsið. Tað vísti seg at Agnas einki hevði brotið, men liðbondini eru illa toygd, og er tað enn óvist um nakað er slitið.
Við jn.fo sigur Agnas, at hon vónar at blíva klár til hálvfinalurnar. VÍF hevur fýra dystir eftir áðrenn hálvfinalurnar eru á skránni. Dystirnir VÍF hevur eftir í SMS-deildini eru ímóti Stjørnuni, VB, Neistanum og Kyndli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald