Ítróttur

Aganevndin tikið avgerð: NSÍ í hálvfinaluna

...

2020-11-05 13:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kæran hjá EBS/Skála um longdu leiktíðina í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fekk ikki viðhald í Aganevndini

Tá vanliga leiktíðin í fjórðingsfinaluni millum EBS/Skála og NSÍ var av, var støðan 1-1, og farið varð tí til longda leiktíð. Hendan varð av dómaranum ásett til 2??10 minuttir, tí hetta var í tráð við ásettu kappingarreglur á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. NSÍ skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini og vann harvið dystin 2-1.

Eftir dystin kærdi EBS/Skála longdina á longdu leiktíðini, tí siðvenja er at spæla 2??15 minuttir longda leiktíð í vaksnamannadeildum. Niðurstøðan hjá Aganevndini er tó, at dómarin í dystinum hevur fylgt kappingarreglunum, og gongur tí ikki kæruni á møti. Aganevndin vísir tó samstundis á, at ósamsvarið í verandi kappingarreglum fyri steypakappingina hjá kvinnum verður lúkað burtur við skjótasta høvi. Allur kæruúrskurðurin í málinum sæsther.

Sostatt er nú staðfest, at NSÍ er víðari í hálvfinaluna í steypakappingini, har tær skulu spæla ímóti B36. Í hinari hálvfinaluni hittast KÍ og ÍVB. Hálvfinalurnar verða spældar á uttanveltaðum vølli leygardagin 14. november, og steypafinalan verður á Tórsvølli leygardagin 21. november.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder