Ítróttur

Aftur í dag vunnu føroyingar stórsigur á grønlendingum

...

2019-01-13 18:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Aftur í dag vunnu føroyingar stórsigur á grønlendingum 29-19.

Dysturin byrjaði meira javnur enn í gjár, men eftir at støðan var 4-4 so drógu føroyingar spakuliga frá og hildu leiðsluna allan dystin, hálvleiksstøðan gjørdist 17-10 til Føroyar.

Seinni hálvleikur líktist seinna hálvleiki í gjár, føroyinngar øktu leiðsluna við tveimum málum og úrslitið gjørdist 29-19.

Dysturin var merktur av nógvum villum, serliga vóru tað grønlendingar, sum brendu upplagdar málmøguleikar og eisini nógvar skeivar avleveringar, men grønlendska liðið hevur nógvar nýggjar ungar leikarar, sum bara kunnu mennast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder