Fyri sítt stóra arbeiði í yvir 20 ár við orkestrinum ??laboganum er Annika Højgaard í gjárkvøldið heiðrað av Lions Club Tórshavn sum ársins borgari.
Tá ið orkestrið ??labogin byrjaði í Skansastovu í Havn tann 28. september í 1990, var talan um ein hóp av fólkum við serligum avbjóðingum, sum fegin vildu spæla tónleik. Tey spæla enn, og øll hesi árini hava tey javnan havt konsertir, bæði í Havn og úti um landið, og tey hava somuleiðis verið við til tiltøk uttanlands, bæði í Norra og Spania.
Fyrsti leiðarin í ??laboganum var Annika Højgaard, og hon hongur við enn. ??ll hesi árini hevur hon ótroyttiliga gingið á odda fyri orkestrinum, har hon ongantíð hevur slept endanum, hóast eisini onnur í styttri og longri tíðarskeið hava verið partur av leiðaratoyminum.
Tí hevur hon eisini í kvøld fingið heiðurin sum Ársins borgari 2020, sum er ein heiður, Lions Club Tórshavn hevur handað á hvørjum ári síðani 2003. Við heiðrinum fylgir eitt heiðursskjal og ein lítil peningaupphædd, 5.000 krónur.
??? Tað er Annika Højgaard hevur ótroyttilig hevur gingið á odda. Hon hevur dugað væl at fingið bólkin at harmonera, hon hevur eitt serligt samband við allar limirnar, og rúm er fyri øllum í ??laboganum. Hon dugir somuleiðis at fáa tað besta fram í øllum, stendur millum annað í grundgevingini fyri heiðrinum.
??? Fyri ósjálvsøkna arbeiði sítt við orkestrinum ??laboganum, fær Annika Højgaard heiðurin Ársins borgari frá Lions Club Tórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald