2020-11-30 22:02
07 Vestur: Á aðalfundinum sunnudagin 22. novembur varð nevndin víðkað, Jón, Egil, Rógvi og Jens Kristian hildu fram, og inn komu Ove, Finnbogi, Eyðvør og Ingibjørn.
Síðan 2016 hevur aðalfundurin verið hildin eftir kappingarlok, har vanliga skráin verður fylgd, tó uttan at roknskapurin verður framlagdur. Eftir broyttu viðtøkunum verður árliga hildin eykaaðalfundur í februar, har roknskapurin so verður fyri.
Á aðalfundinum tóku Jón Nordendal, formaður, Egil Petersen, næstformaður, Rógvi Jacobsen og Jens Kristian Haraldsen við afturvali. Afturat teimum vórðu vald í nevndina: Ove Heinesen (Bøur), Finnbogi Niclasen (Sørvágur), Eyðvør Petersen (Sørvágur) og Ingibjørn Johannesen (Sandavágur).
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Jón sum formanni, Jens Kristian sum varaformanni, Finnboga sum skrivara og Ingjbjørn sum peningarøkli.
Nevndin er farin undir at skipað ungdómsnevndina, sum vant, og, sum skilst, kemur Eyðvør serliga at arbeiða saman við ungdómsnevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald