Tað verður av allar fagrasta veðri sunnudagin og tí fara vit at skipa fyri einum action degi á fjørðinum.
Skjóttgangandi bátar við pútum afturúr, vatnskutarar, hestar á sandinum, Heimdal fer at sigla rutu millum Miðvág og Sandavág, møguliga onkrar bátatúrar út til Trøllkonufingur, róðrarfeløgini lata neystadyrnar upp har vit kunnu dyppa og Sverri hjá Vága bjargingarfelag verður við og syrgir fyri at trygdin er í lagi.
???Costa del niðri á sandinum???, har vit kunnu byggja sandslott, fanga krabbar ella bara sita og njóða útsýnið og sólina.
Góðu matarstøðini í kommununi Smiðjan og Fiskastykkið hava sum vænt opið, umframt at Asian Food truck og nýggji PANCHO støkkupp bilurin koma at selja lekkran mat og drekka.
Hugni, sól, tónleikur og gott lag - tað verður fittligt!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald