Argja Bóltfelag hevði ársaðalfund í kvøld, hóskvøldið 27. februar 2020. Rættiliga nógv fólk møttu á aðalfundinum, og er tað at gleðast um, at áhugin fyri felagnum er stórur.
Nevndarval var sum vanligt á skránni. Í nevndini hjá AB seinasta árið hava sitið Doris Vang Rasmussen (forkvinna), Anja Rasmussen, ??rvur Andreasen og Mourits Joensen. Fyri vali hesaferð stóðu Doris, ??rvur og Mourits. Tey boðaðu øll 3 frá, at tey tóku ikki við afturvali. Anja Rasmussen stóð ikki fyri vali í ár og heldur fram í nevndini.
Doris Vang Rasmussen var vald í nevndina hjá AB í 2007, og hevur mestsum uttan slit sitið í nevndini síðani tá, harav seinastu 3 árini sum forkvinna. Doris takkaði fyri seg á fundinum og segði, at hon helt at stundin var komin at taka seg aftur og lata onnur taka yvir.
Tað treyt ikki við valevnum til nevndarsessirnar, og vóru hesi vald í starvsnevndina hjá AB: Durita Sloan Dal-Christiansen, Marius Thomassen, Dánjal Jákup Hansen og Kristian Martin Skála. Til tiltakslim vóru vald Valgerð Andreasen og Jens Petur Andreasen.
Nevndin skipaði seg aftaná aðalfundin, og er starvsnevndin hjá AB nú henda:
Marius Thomassen, formaður
Durita Sloan Dal-Christiansen, næstforkvinna
Anja Rasmussen, skrivari
Dánjal Jákup Hansen, kassameistari
Kristian Martin Skála, nevndarlimur
Valgerð Andreasen, tiltakslimur
Jens Petur Andreasen, tiltakslimur.
Nývalda nevndin hjá AB (aftast frá vinstru) Marius Thomassen, formaður, Dánjal Jákup Hansen, kassameistari, Kristian Martin Skála, nevndarlimur og Jens Petur Andreasen, tiltakslimur.
Fremst frá vinstru: Valgerð Andreasen, tiltakslimur, Durita Sloan Dal-Christiansen, næstforkvinna og Anja Rasmussen, skrivari.
Fráfarandi forkvinna Doris Vang Rasmussen ynskir nývalda formanninum, Marius Thomassen, tillukku og góðan byr í nevndini.
Nógv fólk møttu á aðalfundinum.
(Myndatøkur: Kristian Dahl)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald