???Niðurfarin til heljar..???.
Páskaleygadagur ella páskaaftan er í dag, Jesus liggur í grøvini, deyður saman við og millum tey deyðu.
Páskaaftan hevur frá gamlari tíð verið nevndur ???stóri hvíludagurin??? ella ???heilagi hvíludagurin???, ella eisini "ljósanna hvíludagurin???. Sum Gud í fyrstuni hvíldi 7 dagin, tá hann varð liðugur at skapa, hvílur hann í grøvini páskaaftan.
Í fornkirkjuni var siður at fyrireika páskahøgtíðina við eini vøkunátt, so nevnd ???vigilie???. Til henda serstaka leygardagin millum langafríggjadag og páskamorgun hevur N.F.S. Grundtvig yrkt ein sálm, sum í týðing Axel Tórgarðs er stórbærur og sigursælur bæði í orði og innihaldi, tónum og rytmu. ???Á kvøldi varð dukað á helvitis grind???.
Har vegurin fyri okkum gongur frá lívinum til deyða, er Jesus farin frá lívinum inn í deyðan og hansara heljardýpi - til lív. Sum tá sagt verður í sálminum: Í helheimi lýsti Guds ljómi og dýrd/ glámlýstur var djevulsins skortur/ og múrarnir rapa við buldur og ný/ av hongslum fleyg helvitis portur. ??? Nú reistist av legu hvør fangi á fót/ og loystist úr rubbandi álum/ ???Vælkomin, vælsignaður, bjargari vár???, tað ljóðar frá ótaldum sálum.
Sálmurin er ein umyrking av einari angulsaksiskari yrking frá áðrenn 680. Yrkingin er skrivað av Kædmon ella Kynevulf, sum Grundtvig nevnir sálmaskaldið. Hann livdi í 7. árhundrað í einum kleystri í Yorkshire. Hann var ikki munkur, men vegna síni góðu evni til at yrkja, var hann knýttur til kleystri. Sagt verður, at hann fekk kallið til at yrkja í einum dreymi, haðani komu sálmar og poesi og vórðu síðani niðurskrivað. Hann var hugtikin av teimum bíbilsku frásagnunum og prædikunum, sum hann hoyrdi í kleystrinum. Ein tann mest undursami sangurin sigst verða tann um Kristus og Satan, sum Grundtvig fekk sítt myndevni frá í sálminum ???I kveld blev der banket på Helvedes Port???.
Á triðja dags morgni í dýrd síni reis/ vár drottur, sakleysur krossfestur/ tí er nú á jørð tað ein sálarsøk dýr/ Guds sonur í heljum var gestur. - Inga Poulsen Dam
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald