Mentan

8.518 harur skrásettar higartil

...

2021-01-11 09:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 8.518 HARUR SKRÁSETTAR HIGARTIL (Eyðfinn Magnussen)

Status sunnukvøldi 10. januar.
2020 sær út til at fara at vera eitt gott haruár. Á stabbamyndini niðanfyri sæst, hvussu nógv er skotið tey ymisku árini frá 2012. Higartil eru 8.518 harur skrásettar at vera skotnar á 922 túrum í 267 høgum kring landið.
Í 2019 var samlaða talið av skotnum harum 5.927. 2014 hevur verið tað besta haruárið, síðani eg fór undir at skráseta. Tá skutu teir 9.318. Kanska verur 2020 líka gott, men enn mangla 800 harur í at taka hetta metið. Men tað kann gott henda, tí enn eru fleiri túrar, sum ikki eru skrásettir. Á kortinum niðanfyri sæst hvussu nóg er skrásett í hvørjum einstøkum haga fram til 10. januar 2021. Niðara talið, í parantes, er talið av skrásettum túrum.
- Fyri teir "REYÐU hagarnar" er enn einki skrásett.
- Í teimum GULU, hava teir ikki skotið í 2020.
- Í teimum LJ??SARU GR??NU, hava teir skotið, men úrslitið er ikki alment
Eg fari tí enn einaferð at heita á harumenn, um at skráseta seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2020.
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni ???Haran.fo???.
- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login
Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen ) á tel 26 58 31.
hvørjum einstøkum haga fram til 10. januar 2021. Niðara talið, í parantes, er talið av skrásettum túrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder