Í døgunum 21.-27. juli verður europeiska OL fyri ung í Baku, Aserbadjan. Á fyrsta sinni luttaka íðkarar úr Føroyum. Føroysku íðkararnir luttaka í tveimum ítróttagreinum ??? svimjing og judo.
Talan er um stórt frambrot fyri føroyskan ítrótt, og gevur luttøkan føroyskum íðkarum enn ein møguleika, at kappast á altjóða leikvøllum.
Íðkararnir eru teir fyrstu føroysku íðkararnir, sum luttaka til eina kapping í OL høpi undir føroyskum flaggi. Sostatt eru luttakandi íðkararnir við til, at skriva ein tíðandi part í føroyskari ítróttasøgu.
???Føroyska luttøkan í europiska OL fyri ung er eitt av úrslitinum í strembanini hjá ÍSF, at at fáa limaskap í altjóða olympisku nevndini ??? IOC???, sigur varaforsetin í ÍSF, Jon Hestoy.
Føroyska luttakararnir
Judo:
-Bjarni Kyrri ??lavson, Havnar Judofelag
Svimjing:
-Elisabeth Erlendsdóttir, Havnar Svimjifelag
-Kristina í Skála, Havnar Svimjifelag
-Rebekka Trygvadóttir, ??gir
-Ronja Ró í Dímun, Havnar Svimjifelag
-Bartal Erlingsson Eidesgaard, Havnar Svimjifelag
Ferðleiðari á túrinum verður Finnbjørg Nattestad. Venjarar eru Petur Sigurð Johannesen, Judo og Panagiotis Christou, Svimjing,
Fakta um OL fyri ung í Baku
European Youth Olympic Festival, sum europeiska OL fyri ung verður kallað, verður í Baku, Aserbadjan frá 21. til 27. juli. Í alt kappast 3.600 ungdómar úr 50 londum, í aldrinum 14-18 ár.
Møguligt er at fáa meiri kunning um leikirnar á:https://eyofbaku2019.com/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald