2020-02-02 13:57
Jógvan Arge skrivar á Facebook:
Í dag 2. februar 2020 eru 40 ár síðani C HM 80 í hondbólti varð sett í Føroyum.
10 landslið luttóku í kappingini, sum varð spæld í ítróttathallunum í Havn, Klaksvík og Vági. Norðmenn vunnu tepran sigur á Fraklandi í spennandi finalu á Hálsi 10. februar. Føroyar vóru í niðaru hálvuni, men áttu toppskoraran.
Hetta var størsta ítróttastevna, sum tá var fyriskipað av Ítróttasambandi Føroya og áskoðararnir tóku sera væl undir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald