Vinna

4 trolarar landa í Hvalba

...

2014-06-16 15:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Bæði pørini Niels Pauli/Steintór og Breiðanes/Hamranes landa í morgun í Hvalba.

Breiðanes og Hamranes hava 280.000 pund, meginparturin er upsi, teir byrjaðu túrin 7. juni og hava roynt vestanfyri.

Niels Pauli og Steintór landa 160.000 pund av svartkalva, teir hava roynt eystanfyri og byrjaðu túrin 6. juni. Prísurin á svartkalvanum liggur um 25-26 kr./kg.

Bæði pørini fara nýggjan túr í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder