2014-04-22 20:08
Nógv fiskaarbeiðið er í Hvalba.
Í gjár landaðu Hamranes og Breiðanes uml. 300.000 pund, meginparturin var upsi, tó høvdu teir 40.000 pund av toski.
Hamranes og Breiðanes eru nú farnir á beding í Havn.
Í dag landa Niels Pauli og Steintór, teir hava eisini uml. 300.000 pund, teir hava eini 40.000 pund av svartkalva og 260.000 pund av upsa.
Sjagaklettur fer undir Føroyar at royna í kvøld, eisini fara Niels Pauli og Steintór nýggjan túr í kvøld, ella kanska í morgin, teir komu ikki inn fyrrenn seinnapartin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald