Vinna

4 skip landa í morgun 900.000 pund av gulllaksi

...

2014-04-16 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Pørini Vestmenningur/Fram og Eysturbúgvin/Vesturbúgvin komu inn í nátt við tilsamans 900.000 pundum av gulllaksi, sum er fiskaður uml. 90 fj. suður úr Akrabergi, skipini hava roynt í eina knappa viku.

Vestmenningur og Fram landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir hava 500.000 pund.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, fiskurin verður so koyrdur til Tavuna í Leirvík. han hann verður arbeiddur, teir hava 400.000 pund.

Bæði pørini fara nýggjan túr í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder