Vinna

38 bústaðir til arbeiðsfólk verða settir upp á Skála

...

2018-12-01 16:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 MEST roknar við nógvum arbeiði á Skála - m.a. skal nýggja havrannsóknarskipið byggjast liðugt á Skála. Tí verður neyðugt hjá MEST at fáa fólk uttanífrá, fyri at klára uppgávurnar, teir hava átikið sær.

MEST hevur tí arbeitt við at fáa loyvi at seta 38 skúrar upp, tætt við skipasmiðjuna, tað hava teir fingið loyvi til.

Arbeiðið at stoypa fundament til skúrarnar byrjaði í farnu viku, skjótt hevur gingið, tí longu í dag verða skúrarnir settir upp.

Skálamaðurin Emil Jakobsen hevur tikið myndirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder