Mentan

3.665 harur skotnar higartil í ár

...

2020-11-30 18:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

3.665 HARUR SKOTNAR HIGARTIL

Hesar eru skotnar á 212 túrum kring landið. Mest er skotið í ???Dalhaga ??? Eystaripartur??? í Vestmann. Teir hava skotið 152 harur á tveimum túrum. Nummar tvey er ein annar hagi í Vestmanna; ???Heygahagi ??? Innarahelvt???. Teir hava skotið 123 harur á fýra túrum.
Alt bendir á, at 2020 verður eitt gott haruár. Í 2019 var samlaða talið av skotinum harum 5.927, sum vórðu skotnar á 790 túrum. So verður veðrið nøkulunda í desember mánað, so kemur samlaða talið fyri 2020 helst væl upp um hetta.
Á myndini niðanfyri sæst, hvussu nógv er skotið tey ymisku árini frá 2012.
Á kortinum sæst hvussu nóg er skrásett í hvørjum einstøkum haga higartil.
Meira kann lesast um haruveiðuna á heimasíðuni ???haran.fo???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder