Vinna

3.000 fólk við ferðafólkaskipinum Celebrity Infinity

...

2014-06-04 17:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgun kom ferðafólkaskipið Celebrity Infinity á havnina við 3.000 fólkum.

Við skipinum, sum kom higar úr Norra, eru 2067 ferðafólk og í manningini eru 961 fólk, upplýsir havnarskrivstovan í Havn fyri Kringvarpinum.

Millum størstu ferðafólkaskip

Celebrity Infinity er millum størstu ferðafólkaskipini, sum koma til Føroya um summarið. Skipið er 294 metrar langt.

Ferðafólkini eru úr nógvum londum, tey flestu úr Stóra Bretlandi, USA, Hong Kong og Kanada. Tey gera útferðir, meðan skipið liggur í Havn.

Celebrity Infinity, sum er skrásett á Malta, fer av stað aftur klokkan seks í kvøld. Skrivar kvf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder