Bókin - Hagar og seyðamark-. sum Kári Thorsteinsson gav út í 2001 og 2007 er nú komin út aftur ajourførd í 3. útgávu.
Bókin er sera hent hjá teimum, ið hava áhuga í seyði og seyðahaldi, gásahaldi, haruskjóting o.a. ið hevur við landbúna og veiðu at gera. Í bókini fæst svar uppá flest allar spurningar hesum viðvíkjandi.
Eisini er www.heimabeiti.fo, sum Kári eisini dagførir, sera hent.
Umhvørvisstovan (Matrikulstovan) eigur ein stóran lut í bókini og hevur eisini hesaferð stuðlað væl við at útvega dagførd kort og aðrar uppslýsingar, sum eru partur av grundarlagnum undir sjálvum yvirlitinum, sígur Kári Thorsteinsson í formælinum.
At leggja bókina til rættis, hava Betzy Ludvig, løgfrøðingur og Eyðfinn Magnussen verið við. Betzy í lógararbeiðinum og Eyðfinn við at víðka um yvirlitið við markatalsbygdunum í tølum og gjørt tað sjónligt við kortum umframt at hann hevur grein um føroysku haruna við í bókini. Festaralistin, sum Búnaðarstovan umsitur, er eisini við. Sum nakað nýtt eru yvirlit av øllum 340 fjallatindum í Føroyum, skipaðir eftir hædd og oygg umframt at vísa í hvørjum haga fjallatindarnir liggja og hvør stendur fyri haganum.
Hagakortini hevur Qodio gjørt.
Í bókini er yvirlit yvir allar 481 hagarnar og seyðamørk í Føroyum, hvør oyggj fyri seg. Allir festarar og røktingarmenn eru nevndir í bókini.
Har finst:
Yvirlit yvir áseyðatal og eisini áseyðatal pr. mørk og áseyðatal pr. km2.
Lóg Om Haugers Styrelse og Drift, Hagalógin.
Atkvøúgreiðsla á hagastevnu.
Lov for Førøerne om Grandestævne.
Grannastevnulógin.
Grannastevna í samband við útskifting - útgreinan.
Seyðamarkingin.
Lov for Færøerne om Hegn og Markfred.
Girðingarlógin.
Lov for Færøerne om Landvæsenskommissioner.
Landbúnaðarstevnulógin.
Búnaðarstevna sum kærustovnur.
??tskiftingarlógin.
Matrikullógin.
Lóg um landsjørð.
Kunngerð um umsiting av landsjørð.
Løgtingslóg um Búnaðargrunn.
Kunngerð um Búnaðargrunn.
Djóravælferðarlógin.
Hundalógin og kunngerðir.
Norske Lov nr. 3.
Fuglaveiðilógin.
Kunngerð um serliga fuglaveiðu.
Kunngerð um ræning av lomvigaeggum.
Løgtingslóg um haruveiðu.
Lóg um vøtn og áir.
Fjallatindar í Føroyum flokkaðir eftir hædd.
Fjallatindar í Føroyum flokkaðir eftir oyggj.
Føroyska haran og haruveiðan í Føroyum.
Felagið Jarðir.
Hagafelag Føroya.
Festilistar.
Seyðamarkini.
Bókin er ein dýrgripur at eiga hjá teimum, ið fáast við seyð, eisini er hon góð hjá teimum, ið ferðast í náttúruni og góð hjá øllum veiðufólki.
Sigast má at rithøvundurin - Kári Thorsteinsson - hevur í nógv ár lagt nógva orku í hetta stóra verk.
Kári sigur, at sølan av bókini gongur væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald