Seinasti dystur í 3. umfari í Betri-deildini hjá monnum var leiktur í dag, og sigast má, at nógv mál eru skotin í hesum umfarinum.
Fyrsti dysturin hetta umfari var leiktur í Gøtu fríggjakvøldi tá ið Víkingur tók ímóti NSÍ, tað kom bert tað eini málið í dystinum, og tað fekk Ari Olsen fyri Víking tá ið 18. min. vóru leiktir. Petur Knudsen brendi brotsspark fyri NSÍ tá ið 22. min. vóru leiktir, og Aron Knudsen fekk sítt seinna gula kort eftir 61. min.
Leygardagin vóru tríggir dystir.
Í Gundadali tók B36 ímóti Skála, B36 vann dystin 6-2.
Jan Hansen legði Skála á odda eftir 15. min. Árni Frederiksberg javnaði 10. min seinni. Michal Przybylski fekk tvey mál, og fekk hann tey eftir 36. og 38. min. Alex Mellemgaard økti um leiðsluna beint fyri hálvleik til 4-1. Meinhard Olsen skoraði til 5-1 eftir 73. min. Niels Pauli Danielsen minkaði um munin við einum brotssparki eftir 83. min. Ragnar Samuelsen setti punktum fyri B36 tá ið hann skoraði til 6-2 eftir 83. min.
Í Fuglafirði tók ÍF ímóti KÍ. Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda eftir 26. min. Uros Stojanov javnaði tveir minuttir seinni. Jákup Andreasen legði KÍ á odda 1-2 beint fyri hálvleik. Jóannes Bjartalíð økti um leiðsluna eftir 77. min. uppá brotsspark. Páll Klettskarð fekk seinasta málið í dystinum í 84. min. tá ið hann skoraði til 1-4.
Við Margáir tók EB/Streymur ímóti TB. EB/Streymur vann dystin 2-0. Gutti Dahl-Olsen skoraði til 1-0 eftir 40. min. og í 44. min. skoraði Niklas Kruse.
Tann seinasti dysturin í hesum umfarinum var millum AB og HB. HB vann dystin 0-5, og fingu teir øll málini teir fyrsti 21. minuttirnar. ??ssur Dalbúð fekk fyrsta málið eftir 4. min. Adrian Justinussen legði upp til málið. Adrian fekk síðani hini fýra málini og komu tey í 8', 12', 17' og 21. min.
# | Lið | D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | B36 | 3 | 3 | 0 | 0 | 11 | 2 | 9 | 9 | |
2 | HB | 3 | 3 | 0 | 0 | 9 | 1 | 8 | 9 | |
3 | Víkingur | 3 | 2 | 1 | 0 | 6 | 2 | 4 | 7 | |
4 | NSÍ | 3 | 2 | 0 | 1 | 6 | 2 | 4 | 6 | |
5 | KÍ | 3 | 2 | 0 | 1 | 6 | 4 | 2 | 6 | |
6 | EB/S | 3 | 1 | 0 | 2 | 2 | 4 | -2 | 3 | |
7 | ÍF | 3 | 1 | 0 | 2 | 4 | 8 | -4 | 3 | |
8 | AB | 3 | 0 | 1 | 2 | 0 | 8 | -8 | 1 | |
9 | TB | 3 | 0 | 0 | 3 | 2 | 7 | -5 | 0 | |
10 | SKÁLA | 3 | 0 | 0 | 3 | 5 | 13 | -8 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald