Vinna

2014 royndist væl hjá Sørvágs kommunu

....

2015-05-28 15:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ársroknskapurin fyri 2014 var samtyktur á bygdaráðsfundi mikukvøldið 27. mai 2015.

Í mun til samtyktu játtanirnar sóu roknskapartølini soleiðis út:

 

Játtan                                  Løgur                                  Roknskapur                        Løgur

Rakstur og útlán                                                             Rakstur og útlán

28.547                                 10.315                                27.372                                 8.862

 

Raksturin vísur eina minni útreiðslu upp á kr. 1.175.000.

Íløgur eru kr. 1.453.000 minni enn mett.

Roknskapartølini fyri rakstur og íløgur vísa kr. 2.628.000 minni enn mett.

Inntøkurnar vórðu mettar til kr. 34.226.000. Roknskapartølini vísa kr. 39.366.000. T.v.s ein meirinntøka upp á kr. 5.140.000.

Sostatt gjørdist endaliga úrslitið kr. 7.768.000 betur enn væntað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder