Vinna

2014 gott ár hjá Atlantic Airways

...

2015-04-09 16:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við 20,2 milliónum krónum í avlopi fyri skatt kom Atlantic Airways væl út úr 2014, sum var eitt hendingaríkt ár hjá felagnum við øktum inntøkum og ferðafólkatølum.

2014 var eitt gott og hendingaríkt ár hjá Atlantic Airways við einum høgum virkisstigi og nógvum grundleggjandi broytingum í felagnum. Eitt gott ársúrslit, gott gjaldføri, hækkandi ferðafólkatøl ??? samstundis sum nógvar bygnaðarbroytingar eru framdar ??? hevur givið nevndini vissu fyri, at nýggja kósin var ein røtt avgerð.

Ársúrslitið meira enn tvífaldaðist í 2014, sammett við 2013. ??rslitið var 20,2 milliónir krónur fyri skatt í fjør, samanborið við 8,7 milliónir krónur í 2013. Eftir skatt kom Atlantic Airways út úr 2014 við 16,5 milliónum krónum. Í 2013 var ársúrslitið 7,1 milliónir krónur eftir skatt.

Inntøkurnar øktust seks prosent úr 542,2 milliónum krónum í 2013 upp í 573,7 milliónir krónur í 2014. Talið av ferðandi hækkaði úr 225.200 í 2013 upp í 237.028 í 2014, tað var ein vøkstur upp á fimm prosent.

Gjaldførið var 103 milliónir krónur við árslok. Tað er 13 milliónir krónur minni enn í 2013, men nevndin er væl nøgd við støðuna, havandi í huga, at felagið í tíðarskeiðnum samstundis er farið ígjøgnum eina víðfevnda broytingartilgongd, og at felagið eisini hevur keypt aftur egin partabrøv fyri 68 milliónir krónur.

Tølini vísa rætta vegin, og nevndin ætlar at halda kósina, sum er løgd í nýggju strategiini, ið varð sett í verk í fjør.Við nýggju strategiini í hondini er margfeldið í virkseminum minkað, og felagið hugsavnar seg nú um at menna eitt regluligt og støðugt rutunet í Norðurlondum við Føroyum sum snúningsdepli og upphavsstaði. Rutuflúgvingin er raðfest fremst, og tann orka og tað pláss, sum leypir av rutuflúgvingini,verður selt til leiguflúgving, tá ið tað er møguligt. ??ll menning í Atlantic Airways tekur støði í nærøkinum.

-Felagið ynskir at verða ein virðismikil loftbrúgv til umheimin, sum hevur fleiri ymisk sambond við grannalondini og harvið fleiri ???hurðar??? til restina av verðini. Vit hava sostatt flutt bæði Atlantic Airways og umheimin tættari at Føroyum, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Samanumtikið hevur einfaldari ferðaseðlaskipanin ??? umframt bíligi 799-ferðaseðilin og sum heild lægri ferðaseðlaprísir ??? verið ein væl móttikin sólskinssøga. Hetta grunda nevnd og leiðsla á ta sannroynd, at sølan hjá felagnum økist, umframt at seinasta kundakanningin, ið var í februar, vísir eina greiða framgongd í áskoðanini, sum føroysku ferðafólkini hava á prísirnar hjá felganum, sammett við eina kundakanning í oktober 2014. Her kann leggjast afturat, at kanningin í februar varð gjørd eftir, at síðsti parturin av broytingunum í prísum og reglum varð almannakunngjødur 3. desember 2014 við ferðaseðlunum TÍÐLIGA og ALTÍÐ, sum høvdu við sær eina bíligari og greiðari ferðaseðlaskipan. Atlantic Airways hevur selt umleið 30.500 einvegis 799-ferðaseðlar síðani juni 2014.

Tað gongur støðugt og eftir ætlan at seta nýggju strategiina í verk, men ein strategi er ikki læst føst, og skuldi tað hent, at alt ikki gongur eftir ætlan, so kunnu avgerðir sjálvandi endurskoðast. Tað er tó týdningarmikið at halda fast um, at Atlantic Airways fyrst og fremst skal tæna Føroyum og føroyingum.

Atlantic Airways er komið heim. Atlantic Airways stendur ??? við dugnaligum starvsfólkum og tryggari støð í Føroyum ??? á sterkum undirstøði, og felagið er til reiðar at taka ímóti avbjóðingunum, sum liggja fyri framman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder