Vinna

20 útlendsk svartkjaftaskip í føroyskum sjógvi

...

2015-04-09 12:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Nú svartkjafturin er komin í føroyskan sjógv eru nógv útlendsk skip á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, tað hava verið 14 russiskir trolarar við Føroyar tað seinastu vikuna, í gjár komu 2 íslendsk skip - Børkur og Beitir  og í morgun koma 4 íslendsk skip hendavegin at royna eftir svartkjafti - tey eru: Jón Kjartansson, Hoffell, Aðalsteinn Jónsson og Vilhelm Thorsteinsson, tey verða øll á fiskileið í dag.
??ll skipini royna í Bankarennuni.
Tey føroysku skipini á leiðini har eru: Fagraberg, Tróndur í Gøtu, Jupiter og Tummas T. 
Norðborg og Næraberg royna í ES-sjógvi einar 50 fj. suður frá føroyska markinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder