2019-04-25 12:31
Boð eru júst nú komin frá HSF, at 2. FM-finalan millum VÍF og Kyndil hjá kvinnum verður leygardagin klokkan 17, og ikki klokkan 18 sum upprunaliga ætlað.
IN.fo hevði í gjár eina grein, sum Heri Simonsen hevði skrivað, har varð víst á, at klokkutíðirnar til FM-finalurnar passaði illa til ein miðil sum JN.fo, og onnur hondbóltáhugað, sum høvdu vilja sæð báðar dystirnar.
Nú er dysturin so fluttur til klokkan 17 leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald