Ítróttur

13 føroyskir rógvarar luttaka um vikuskiftið í EM í inniróðri

...

2020-12-06 11:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

RSF skrivaði í gjár:

13 føroyskir rógvarar luttaka um vikuskiftið í EM í inniróðri. Orsakað av støðuni við covid-19 verður EM skipað sum online kapping.

RSF hevur skipað soleiðis fyri, at rógvararnir kunnu kappast í fimleikarahøllini í Kollafjarðar skúla.

6 rógvarar hava luttikið í dag, og 13 rógvarar luttaka í morgin.


Róðrarsambandi sendir beinleiðis á Facebook frá kappingini sunnudagin frá kl. 11.00


??rslitini frá kappingini í dag síggjast her:

Kristian gjørdist nr. 12 í bólkinum U23 við tíðini 6.24.1

Bergur gjørdist nr. 12 í bólkinum 30-39 ár lættvekt við tíðini 6.54.1

Elsa gjørdist nr. 5 í bólkinum 30-39 ár við tíðini 7.21.2

Vár gjørdist nr. 4 í bólkinum U23 við tíðini 7.21.6.

Símun Tórur gjørdist nr. 28 í bólkinum SF B við tíðini 6.36.8

Sarita gjørdist nr. 1 í bólkinum 30-39 ár lættvekt og er evropameistari við tíðini 7.31.5

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder