2019-01-15 15:13
Í døgunum 6. til 12. juli 2019 verða Oyggjaleikir aftur á skránni. Hesuferð verða leikirnir hildnir á Gibraltar. 105 ítróttafólk fara at umboða Føroyar í tíggju ítróttagreinum. Tær eru: Frælsur ítróttur, Badminton, Kurvabóltur, Súkkling, Judo, Skjóting, Svimjing, Borðtennis, Tennis og Triathlon.
Endaligu hóparnir í ymsu ítróttagreinunum verða úttiknir fyrst í mai mánaða.
Vert er at leggja merki til, at Flogbóltur, Bogaskjóting, Fimleikur og Golf ikki eru ein partur av leikunum hesuferð. Hesar ítróttargreinarnar hava verið ein fastur partur av oyggjaleikunum í mong ár.
Judo, sum ikki hevur verið við seinastu leikirnar er nú aftur við.
Ferðalagið fer við Atlantic Airways úr Føroyum tann 3. juli og verður heima aftur í Føroyum aftur tann 13. juli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald