Ítróttur

10 leikarar afturat gjørt sáttmála við 07 Vestur

...

2017-10-28 15:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

´07Vestur.fo skrivar: Seinastu dagarnar hevur ljósið lýst út á næturnar í 07 Vestur-húsinum. Nógvi aktiviteturin skyldast partvíst sáttmálasamráðinum, og nú hava 10 leikarargjørt sáttmála: Høgni, Martin, Ivan, Jóannis, Petur, Asbjørn, Teitur, Uni, Niels og Hørður. Tillukku allir samlir.

Les eisini: Ken spælir eisini við 07 Vestur næsta ár.

Tað varð ikki fyrr enn í síðsta umfari at vit fingu staðfest hvussu lagna okkara í EFFO-deildini skuldi verða. Hetta hevur sjálvsagt stóran týðning fyri fyrireikingarnar til næsta ár, men nú er so ferð sett á.

Teir leikararnir, sum hava sett navn á sáttmála, eru bæði millum mest leikandi farna árið, men eisini yngri leikarar, sum enn ikki hava fingið gjøgnumbrotið.

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági er enn ein av yngru leikarunum, men hann hevur so sanniliga tikið stuðulsleikararolluna uppá seg. Í ár bleiv hann eisini einasti leikarin, sum spældi øll umførini í EFFO-deildini. Bert 20-ára gamal hevur hann eisini spælt fleiri enn 100 dystir á besta liðið okkara.

Martin Tausen (27) spældi við 07 Vestur í fjør fyri fyrstu ferð. Við nógvum dystum við suðuroyarliðunum er hann tó ein av okkara allar mest royndu leikarum, við 144 dystum í EFFO-deildini. Martin spælir bæði í miðverjuni og á miðvøllinum, har hann hevur sera stóra ávirkan.

Ivan Stojkovic (40) flutti norður úr TB saman við Martin í fjør. Ivan, sum upprunaliga er úr Serbia, kom til Føroya í 2007, so komandi kappingarár verður hansara tólvta í Føroyum. Áðrenn hann kom til okkara, spældi hann bert við TB. 

Jóannis á Steig úr Sandavági (20) er eisini ein av okkara egnu, sum seinnu árini hevur tikið stigið upp á besta liðið. Í fjør gjørdist hann ársins stjørnuskot og í ár hevur hann kanska havt sítt besta ár við heili 19 dystum í EFFO-deildini.

Petur Gullstein Dalbø (26) kom vestur at spæla úr Víkingi í 2013. Síðan tá hevur aloftast verið fastur maður á høgra bakki ella onkra periodu í miðverjuni. Í ár spældi hann 19 dystir á besta liðið og er nú ímillum mest spælandi leikarar okkara: 126 dystir íalt.

Bert 16-ára gamli Asbjørn Heðinsson úr Sandavági er eitt av positivu yvirraskilsunum í ár við 17 dystum á besta liði. Hann hevur longu gjørt um seg í fleiri ár á yngru liðum okkara og á ungdómslandsliðunum. Evnaríkið leikarin við stóra innsatsinum er heilt víst eitt av størstu talentum okkara.

19-ára gamli Teitur Olsen úr Sandavági, búsitandi í Sørvági, hevur longu verið rundan um besta lið okkara í nøkur ár, men enn hevur hann ikki fingið gjøgnumbrotið. Vit gleða okkum at síggja meira til hann komandi ár.

Uni Falkvard Nielsen (21) úr Sandavági er enn ein av okkara egnu, sum heldur fram í barndómsfelagnum. Uni bleiv í fjør kosin ársins leikari á 2. liði. Uni hevur spælt 14 dystir á besta liði.

18-ára gamli Niels Mouritsen úr Sandavági er enn ein av lovandi leikarum okkara. Hóast darvaður av skaða, hevur hann spælt 19 dystir á 2. liði og unglingum í ár. Niels fekk annars fyrsta dystin á besta liði fyrraárið og vit síggja fram til meira.

Hørður Egilsson, eisini 18 ár, úr Sandavági, er eisini ein av lovandi spælarum okkara, sum ikki enn hevur vunnið pláss á besta liði. Spennandi verður at fylgja við honum framyvir.

Vit ynsja øllum hjartaliga tillukku!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder