Góðan altjóða arbeiðaradag!
Hóast tað, vegna umstøðurnar, ikki er gjørligt at halda fyrsta mai sum vant, er sjáldan meira týdningarmikið enn nú at gera vart við hendan merkisverda dag.
Hendan dag minnast og takka vit øllum teimum, ið undan okkum gingu, fiski- og verkamannarørsluni at frama. Samstundis nýta vit hendan dag at heiðra øllum teimum frambrotum, ið verkafólkarørslan hevur skapt í Føroyum og um allan heim.
Og ikki minst skulu vit nú varpa øll ljós á rættindi og kor hjá verkamannafjøldini, løntakaranum og arbeiðsleysum - og vísa á tað veruliga samhaldsfestið og rættvísa býtið av samfelagsvirðunum. Tí tað er í krepputíðum, at øll ásanna, at tað eru úrslitini og frambrotini hjá verkafólka og fiskimannarørsluni, ið bera alt samfelagið og eru grundarlag undir trygd, trivnaði og møguleikum hjá øllum. Men tað er eisini í krepputíðum, at grundarlag skjótt kann takast undan teimum rættindum og korum, ið er vunnin. Tað vita vit av royndum í Føroyum.
Flokkurin hevur altíð verið sera heppin at verið tilknýttur at og myndaður av fiski- og verkamannarørsluni og knáum fólki innan hesa somu rørslu. Nevnast kann konubrotið Andrea Árting, ið kann sigast at vera ímyndin av fakfelagsrørsluni í Føroyum. Hon var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í ein mansaldur og var samtíðis millum dyggastu stuðlar floksins frá fyrsta degi.
(2.3 MB)
Fyrsti formaður floksins, Erlendur Patursson, var eisini ein teirra, ið myndaðu fakfelagsrørsluna. Hann var formaður Føroya Fiskimannafelags í 15 ár og var millum oddamenninar í stóra Fiskimannaverkfallinum í 1954. Eisini var hann millum fyrstu røðararnar, tá 1. maidagshald skuldi haldast á fyrsta sinni í 1962. Her eru nøkur brot úr røðu hansara:
???Tað verður mangan sagt, at hin føroyski verkamaður uppi á landi og føroyski fiskimaðurin eiga bert fá felags áhugamál, ja at áhugamál teirra í mongum lutum toga hvør sín vegin. Einki er ósannari enn hetta. Og tað er harmiligt, at so lítil samvinna skal hava verið millum hesar báðar høvuðsvinnustættir landsins ??? verkamenn og fiskimenn.
Her má broyting koma ??? og tað í bræði. Allar hinar lønarstættir ??? bæði á sjógvi og landi ??? verða at finna saman í felags starvi, felags stríði, felags bardaga. Og ikki mugu vit gloyma verkakvinnuna. Hvat eiga hesar stættir saman? Alt!"
???Ein onnur ranglæra, sum borin verður út millum manna, er tann at land okkara er fátækt. Tað er hugstoytt at vita sær, at henda rangførsla alsamt skal hava slíkar fasta tøkur á fólki okkara. Eisini á hesum øki verður umskifti at koma. Vit verða at jarðleggja hesa ranglæru. Vit verða at síggja allar teir mongu og miklu ótroyttu møguleikarnar, sum vit eiga í vinnu, bæði av tí sum av landinum og av sjónum fæst. Vit verða at síggja allar teir mongu og miklu møguleikarnar, sum óroyndir eru í tí, sum longu verður framleitt. Eg hugsi her m.a. um tað høpisleysu oyðslu, sum fer fram í tí, at vit flyta út í tíggju túsunda tonsa tali av púra óvirkaðum rávørum ??? í staðin fyri at fáa hesar rávørur til virkingar hjá landsins fólki.???
???Tað tænir vissum kreftum, at fiskimenn og verkamenn draga ikki somu línu. Veikari verða teir í stríðnum við mótpartin fyri rættvísiskrøvunum.???
Erlendur ber fram fleiri krøv á hesum maidagshaldinum. Krøvini eru víðfevnandi og enn tíðaraktuell tann dag í dag. T.d. sigur hann, at kvinnan loksins eigur at krevja somu løn fyri somu vinnu.
???Annað kravið má vera, at henda vinna verður goldin við rættvísari løn ??? løn, sum fólk kann liva av ??? og ikki bert ana av. Men lønarliga verða vinnustættirnar hildnar niðri, Hin vegin hava aðrar stættir fingið munandi lønarbøtur. Hjá summum hava lønirnar verið tvífaldaðar. Vit misunna ikki nøkrum nakað, men tað ber ikki til at seta lønarstættirnar eftir. Og tað er hetta, ið gjørt hevur verið.???
???Hesi krøv kunna vit vinna, tá vit duga at standa saman. Hesi krøv og meir afturat er vinna okkara ment at bera, tá fyristillingin er í lagi.???
???Í fjórða lagi verða vit at venda okkum móti teimum órættvísu skattalógum, sum fólk okkara enn liggur undir. Eyðvitað. Fiskimenn og verkamenn siga seg ikki undan at bera sín part av skattinum, sum landinum tørvar. Men teir bera hann tvífaldan í dag. Hetta eiga vit ikki at tola. Vit krevja rættvísa skattalóg. Vit krevja hesa skattalóg í dag ??? og ikki í morgin. Í fimtan ár hava vit bíðað eftir henni. Nú bíða vit ikki longur. Løgting okkara sum nú situr, má ikki fara heim, fyrr enn hetta er gjørt. Gera tingmenn ikki hetta, so eru teir ikki tingmenn fiskimanna, so eru teir ikki tingmenn verkamanna ??? men, tá eru teir tingmenn fyri aðrar, nevniliga teirra, sum øll hesi ár hava sloppið sær undan skatti í miljóna og aftur miljóna króna tali.???
At enda hevur hann eina áheitan til fundafólkið:
???Landsins vinnandi stættir mugu ikki bert taka lut í og fylgja við teimum málum, sum uppi eru í samfelagnum. Tær eiga beinleiðis at ganga á odda og slóða fyri í teimum málum, sum fólk okkara berjist fyri. Her kundu mong slík neyðsynjarmál Føroya fólks verið nevnd. Lat meg bert nema við tvey ??? fiskimarksmálið og hernaðarmálið. ??t í odd og egg skulu vit berjast fyri rætti Føroya fólks í fiskimarksmálinum. Í løtuni snýr hetta stríð seg um treytaleyst 12 fjórðuna mark við beinum linjum, sum skal setast við reglum nú og sum skal koma í gildi ikki seinni enn 28. apríl komandi ár. Standið sum manngarður um hetta krav og víkið ikki. Og eins og vit reka hesar útlendsku skaðagestir út av landgrunni okkara, soleiðis fara vit eisini at standa saman í kravinum um at fáa útlendska hervaldi av landinum ??? hetta hervald, sum varð sníkt inn á okkum og móti vilja okkara. Vit vilja í frið í landi okkara, vit bannlýsa alt hervald og vit krevja tað av landinum.???
- Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald