Sum fyrsta felag í Føroyum er 07Vestur farið inn í eitt spennandi samstarv við FSF um eina royndarverkætlan, við tí fyri eyga, at menna eSport í Føroyum.Sambært DBU er eSportur í stórum vøkstri kring allan heim.
Kanningar í Danmark vísa, at tey feløg, sum í løtuni hava størstan vøkstur, eru feløg, sum hava opnað dyrnar fyri eSporti. Við hesi kappingargrein økist tilgongdin til felagið, tí at børn og ung, sum kanska ikki hava so góðan hug til tann kropsliga partin av fótbóltinum, fáa høvi til ein góðan og sosialan felagsskap, sum er við til at menna tey. Eisini vísir tað seg, at fótbólstleikarar, ið eisini íðka eSport, menna sínar taktisku førleikur.
Orsøkin til, at 07Vestur ynskir at vera partur av hesi royndarverkætlan, er, at at hetta kann fáa fleiri ungdómar til felagið. Eisini er hetta við til at víðka um tilboðið til ungdómin í Vágum. Mett verður,at hetta er mennandi fyri felagið. Verkætlanin verður vónandi eisini við til at knýta brýr ímillum ymiskar ???typir??? av ungum, t.d. tey, sum eru kropsliga aktiv, og tey, sum tíma betri eSport. Samstundis kann tað knýta brýr ímillum ymiskar aldursbólkar í felagnum. Við bæði at hava eSport og fótbólt, kunnu vit eisini ganga áhuganum í fótbóltsspæli á møti hjá einum størri málbólki, enn vit higartil hava gjørt.
Sum fyrsta stig á leiðini verður skipað fyri kunnandi foreldrafundi leygarmorgunin 7. marsk kl. 11 í 07Vestur húsinum. Foreldrafundurin er fyrst og fremst fyri foreldur í aldursbólkinum U13, U15 og U17, men onnur áhugað eru eisini vælkomin. Henrik Selch frá DBU verður við á foreldrafundinum, og hann kemur at greiða frá um eSport.
Spennandi verður at vita, hvussu leikur fer. Í fyrsta umfari vóna vit, at foreldur møta fjølment í 07Vestur húsinum leygarmorgunin????
07Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald