Ítróttur

07Vestur: Verjukempan longt sáttmálan

...

2020-11-09 09:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at Dann Fróðason heldur fram í barndómsfelagnum, har hann síðan gjøgnumbrotið í 2017 hevur spælt nærum hvønn dyst á besta liði okkara.


20-ára gamli miðverjin spældi sín fyrsta dyst á besta liði okkara longu sum bert 16-ára gamal, í 1. deild í 2016. Tað árið blivu tað tó bert til tveir dystir. Árið eftir fekk hann so stóra gjøgnumbrotið, sum bert 17-ára gamal í Betri deildini, fyrst í steypakappingini, men so frá juni mánaða og restina av kappingini, tá hann veruliga fekk spælt seg inn á liðið. Síðani hevur hann spælt nærum hvønn einasta dyst. Í fjør og í ár, er hann eisini byrjaður at skjóta mál, og 7 mál eru tað blivin á besta liði.

Dann er enn bert 20 ára gamal, og, við eyðsýndu dygdunum, kann hann veruliga gerast ein av týðandi brikkunum í byggingini av einum framtíðar liði, har fyrstu fetini skulu takast í Betri deildini komandi kappingarár. Framtíðin er bjørt - koyrið á 07 Vestur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder