Ítróttur

07Vestur: GU14 hava skrivað søgu

...

2017-09-09 20:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07Vestur skrivar:

Við sigrinum í finaluni um Eilif Arge-steypið, gjørdust genturnar fyrsta liðið hjá unga felag okkara, ið vinnur steypakappingina. Møguliga eru genturnar enntá fyrsta liðið úr Vágum nakrantíð, ið vinnur skrásetta, landsdekkandi steypakapping á hægsta stigi.

Tríggjar ferðir áður, hava 07 Vestur-lið staðið í finalu í steypakappingini. Fyrstu ferð í 2010 tá sera góða U16-felagsliðið 07 Vestur/MB spældu spennandi finalu móti KÍ. Okkara taptu uppá brotsspark. Aðru ferð vóru tað okkara U18-dreingir, sum máttu lúta móti HB, og tað triðju ferðina vóru tað U14 dreingir, sum eisini máttu taka til takkar við ósigri móti HB.

Heimasíðan hevur eisini gjørt eitt kanningararbeiði fyri at finna útav, um nakað annað lið úr Vágum hevur vunnið nakrað steypakapping áður. Vit kunnu staðfesta (við fyrivarni), at tað tykist verða semja um, at so er ikki, og gentur okkara hava soleiðis veruliga skrivað fótbóltssøgu. Hjartaliga tillukku!

Einasta steypið annars var allarfyrst í sjeyti-árunum, tá SÍF vann steypakappingina í meðaldeildini, um Sjóvinnubanka-steypið.

Men hetta steypið verður ikki tað síðsta!

Les eisini HER.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder