Ítróttur

07 Vestur útnevnt heiðurslimir

...

2017-11-06 20:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Á sjálvum 10-ára føðingardegnum útnevndi formaður, Jim Sonni Guttesen, tríggjar teir fyrstu heiðurslimirnar í 07 Vestur: Steinbjørn Hansen, Jóhan F. Magnussen og Magna Thomassen.

Tað varð fyri drúgvan og dyggan stuðul síðan stovnanina og eisini í tilgongdini, sum at enda føddi 07 Vestur, at nevndin hevði avgjørt at teir tríggir skuldu fáa heiðurin av verða útnevndir heiðurslimir. Allir hava eisini verið stuðlar undir fótbóltsarbeiðinum í heimbygdunum langt undan at felagsarbeiði í FS Vágum slóðaði fyri 07 Vestur.

Seinnu árini hava Steinbjørn úr Sørvági, Jóhan úr Miðvági og Magni úr Sandavági, serliga víst sín stuðul ígjøgnum vitjanir á Dungasandi og Valloyruni til heimadystir og nærum hvørja ferð til útidystir eisini.

Eina stóra takk skulu tit tríggir hava og vit fáa heilt víst nógvar góðar løtur saman framyvir.

(Vegna forfall tók abbasonur Magna, Ragnar Weihe, móti heiðursbrævinum)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder