Ítróttur

07 Vestur spælt venjingardyst á Skála

...

2018-02-23 07:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Afturkomnir av venjingarlegu í Danmark, har seinni dysturin, móti Holstebro, endaði við 3-2 tapi, hava vit júst spælt veningardyst á Skála. Í sera vánaligum líkinum, taptu vit 3-1. Dann skoraði málið.


Á venjingarleguni í sera góðum umstøðum í Jebjerg í Jyllandi, spældu okkara menn tveir venjingardystir. Tann fyri, áður umrøddur á síðuni, endaði við 2-1 tapi móti Herning Fremad. Seinni dysturin varð spældur leygardagin, 2 ferðir 60 minuttir. Vit vóru á odda 2-1, men taptu 3-2. Kanska mest tí, at mótstøðuliðið var í betri formi enn vit. Hørður og Gilli skoraði málini hjá okkum.

Í gjárskvøldi hava vit so aftur verið í eldinum, hesa ferð á Skála. Umstøðurnar at spæla vóru rættiliga vánaligar, kalt við nógvum vindi. Av tí sama varð ikki talan um nevnivert fótbóltspæl, men soleiðis er viðhvørt.

Vit høvdu undanvind í fyrra hálvleiki, og Dann skoraði til 1-0 tá einir 15 minuttir vóru spældir. Í seinna hálvleiki, móti vindinum, fingu vertirnir 3 mál, so tilvildarlig sum tey kunnu verða ein tílíkan dag, og vit taptu sostatt 3-1.

Liðið móti Skála:

Byrjanaruppstillingin:Silas Eyðsteinsson; Jóannis á Steig (Niels), Ndende (Martin), Dann Fróðason, Petur G. Dalbø (Fríði); Høgni E. Nielsen, Sølvi Egilsson; Gilli Samuelsen, Janus S. Samuelsen, Jón K. Poulsen (Asbjørn); Ken Fagerberg (Hørður).

Eyka:Martin H. Dam, Martin Tavsen, Asbjørn Heðinsson, Hørður Egilsson. Fríði S. Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder