Eftir stórtapið fyri HB í vikuskiftinum skuldi 07 Vestur spæla ímóti TB við Stórá í Trongisvági.
Tað var TB ið legði seg á odda tá ið 5. minuttir vóru leiktir. Tað var Einar Thorsteinsson ið skoraði til 1-0.
Samudeen Musah hjá TB var vístur av vøllinum tá ið 32. minuttir vóru leiktir tá ið hann fekk sítt seinna gula kort. TB fór til hálvleik við einari 1-0 leiðslu.
Tað gingu bert tveir minuttir av seinna hálvleiki so javnaði Tór-Ingar Akselsen fyri 07 Vestur. Aron Sørensen gjørdi sjálvmál tá ið 53. min. vóru farnir, og so var 07 Vestur á odda 1-2. Heine Mortensen økti um munin fyri 07 Vestur eftir 59. min.
Bessijan Kastrati minkaði um munin fyri TB tá ið 68. minuttir vóru leiktir. Eiler Fróðason staðfesti sigurin fyri 07 Vestur tá ið 84. min. vóru farnir, og vann 07 Vestur dystin 2-4.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald