2021-05-16 18:16
11. umfar í Betri-deildini hjá monnum er leikt í dag.
Í Havn var 07 Vestur á vitjan hjá B36.
07 Vestur skuldi reisa seg aftur eftir stórtapið ímóti KÍ seinasta vikuskiftið, og tað gjørdu teir eisini.
Tað var Andrass Johansen ið legði heimaliðið á odda tá ið eftir 62. minuttir. Sølvi Egilsson javnaði fyri gestirnar lítla løtu seinni til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Benjamin Heinesen hjá B36 var vístur av vøllinum í yvirtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald