2020-05-07 18:13
07Vestur hevur í dag sett nýggjan høvuðsvenjara. Nýggi høvuðsvenjarin, Heðin Askham, kemur at røkja starvið sum høvuðsvenjari tað, sum eftir er av leikárinum og í 2021.
Heðin Askham hevur drúgvar royndir sum venjari, og vit meta, at hann hevur tær royndir og tann profil, sum skal til fyri at tryggja, at 07Vestur er ímillum tey liðini, sum koma at leika Betri fótbólt komandi ár.
Tað er tí við sorgblídni, at felagið sigur farvæl við Julian Madsen, ið seinasta hálvt annað árið hevur lagt nógva orku í at venja 1. liðið, og sum við sínum blíða og vinsæla lyndi verið væl dámdur av leikarum og nevnd. Málið hjá 07Vestur er at vinna sær uppflyting í Betri-deildina í ár og við tað, at Julian ikki hevur neyðug venjaraloyvi at standa á odda fyri einum Betri-liði, metir nevndin tað tí skilabest at gera broytingar í venjaratoyminum nú, soleiðis at komandi høvuðsvenjarin vónandi kann flyta upp saman við liðnum.
Vit vilja takka Julian hjartaliga fyri tíðina hjá 07Vestur, og ynskja honum blíðan byr framyvir.
Nevndin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald