Ítróttur

07 Vestur hevur undirskrivað sáttmála við Machell

...

2018-06-24 18:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fyri einari viku síðani kom Charlie Machell úr Onglandi at royndarvenja við 07 Vestur, felagið og Machell hava seinasta dagarnar fingið tað seinasta uppá pláss, og í dag var so sáttmálin undirskrivaður við Machell.

Machell hevur tað seinasta kappingarárið leikt við Thisted í næstbestu donsku deildini. Áðrenn tað hevur hann leikt fýra ár í USA tá ið hann gekk í skúla í USA. Hann er annars uppvaksin í Newcastle í Onglandi.

Machell er 23 ára gamal, og spælir sum miðvallari.

Annar styrkur er eisini ávegis til 07 Vestur.

Les eisini: ??tskifting í hópinum hjá 07 Vestur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder