Ítróttur

07 Vestur hevur tapt fýra dystir uppá brotsspørk

...

2018-06-22 22:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin á Dungasandi í kvøld er vert at hyggja eftir hvussu nógvar dystir 07 Vestur hevur tapt, har hini liðini hava skorað uppá brotsspørk.

Hyggja vit fyrst eftir dystinum í 2. umfari tá ið Suðringar vóru á vitjan, so legði 07 Vestur seg á odda 1-0, men Suðringar vunnu 1-2 eftir tvey mál uppá brotsspørk.

Í 5. umfari kom 07 Vestur á odda 2-0, men gjørdi síðani sjálvmál til støðuna 2-1. KÍ javnaði við brotssparki til 2-2, og staðfestu síðani sigurin seinni tá ið teir skoraðu til 2-3.

Í 10. umfari vóru Suðringar aftur á vitjan. Suðringar vunnu dystin 0-3, men málveitslan byrjaði tá ið teir skoraðu til 0-1 uppá brotsspark.

So aftur til dystin í dag. Víkingur vann dystin 0-1 við málið uppá brotsspark.

Hyggja vit so eftir 7. umfari, so tapti 07 Vestur tann dystin 4-1 har Víkingur fekk tað seinasta málið uppá brotsspark, men tann dysturin kann ikki teljast uppí at tapi kom av brotssparkinum.

So av teimum 13 dystunum 07 Vestur hevur tapt í Betri deildini í ár, eru fýra av teimum taptir har hini liðini hava skorað uppá brotsspørk. 07 Vestur er aftast í Betri deildini við fýra stigum eftir 15. umfør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder