Jim Sonni Guttesen formaður í 07 Vestur, sigur í stuttari viðmerking við JN.fo í kvøld, at tað verður Sigtór Petersen ið skal standa á odda fyri besta liðnum tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. At hjálpa Sigtóri at halda felagnum uppi í Betri-deildini skal ein annar kendur vágamaður, nemliga Tór-Ingar Akselsen.
Teir báðir kenna spælarnar á liðnum sera væl. Tór-Ingar verður leikandi hjálparvenjari. Sigtór hevur verið hjálparvenjari hjá Paula fyrr í dag, men mátti gevast vegna nógv arbeiði hjá J&K.
Sigtór var eisini settur at bjarga 07 Vestur seinasta kappingarár. Sigast má at hann hevur góð tøl at vísa á, hann stóð á odda fyri besta liðnum í fýra dystir og vann tríggar av teimum.
Sigtór hevur verið partur av 07 Vestur øll árini uttan 2012 og 2013, tá ið hann var í Danmark í lestrarørindum.
07 Vestur hevur 6. dystir eftir at spæla hetta kappingarárið, og sunnudagin møtir 07 Vestur AB á Argjum. Tann dysturin kemur at hava nógv at siga hvør flytir niður úr 1. deild, um støðan í 1. deild heldur sær sum hon ger í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald