Ítróttur

07 Vestur hevur sett enskan høvuðsungdómsvenjara í starv

...

2021-08-05 16:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Felagsliðið fyri vestan hevur altíð vektað ungdómsarbeiðið høgt, og síðan Hegga Samuelsen mátti siga høvuðsumgdómsvenjarastarvið frá sær, hevur verið arbeitt við at fylla skógvarnar út eftir hann.


Leitað hevur verið bæði innan- og uttanlands eftir rætta venjaranum, og valið fall á bretan Matthew Potter.

Matthew Potter er 40 ára gamal, og er útbúgvin UEFA A venjari við serligum fokus á ungdómsfótbólt, og hann hevur lokið hægstu UEFA venjaraútbúgvingina innan júst barna- og ungdómsfótbólt.

Seinastu árini hevur Matthew starvast sum ungdómsvenjari og -mennari hjá Norwich City og Cholchester United í Onglandi, umframt at hann hevur arbeitt sum fótbóltmennari hjá enska og norska fótbóltssambandinum.

Matthew hevur undirskrivað ein 1,5 ára langan sáttmála við 07 Vestur, og hann kemur til landið hálvan august. Hann byrjar í starvinum beinavegin, sum hann er komin. Unnustan og børnini, ið eru 2 og 4 ára gomul, koma heim seinni í ár.

Í ungdómsvenjarahópinum hjá 07 Vestur er eisini navnframi Jens Erik Rasmussen, umframt fleiri góðar og lokalar kreftir.

07 Vestur ynskir Matthew vælkomnum, og vit gleða okkum til samstarvið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder