2018-08-26 22:59
07 Vestur brynjar seg til tey komandi kappingarárini og hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við 11 leikarar fyri tvey tey næstu kappingarárini.
Jim Sonni Guttesen formaður í 07 Vestur sigur við jn.fo, at felagið hevur valt at undirskrivað sáttmála við 11 leikarar í kvøld fyri at tryggja sær at felagið hevur lokalar leikarar í felagnum, og so hevur 07 Vestur eisini skrivað undir við Ken Fagerberg. Umframt at vera leikari á besta liðnum, kemur Ken eisini at hjálpa til venjingum hjá teimum yngru í felagnum. Ken er væl dámdur vestri í Vágum, og tað kemur væl við at hava hann í hópinum komandi tvey kappingarárini.
Spælarnir 07 Vestur hevur undirskrivað við eru: Dann Fróðason, Silas Eyðsteinsson, Sølvi Egilsson, Høgni E. Nielsen, Ken Fagerberg, Martin Tausen, Hørður Egilsson, Niels Mouritsen, Fríði S. Joensen, Karl Weihe og Ragnar Weihe.
Stórt ungdómsarbeiði verður gjørt í 07 Vestur, og ein partur av tí arbeiðinum sæst aftur nú felagið hevur valt at skrivað undir við 10 lokalar leikarar fyri tvey tey næstu kappingarárini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald